B71 hevur gjørt avtalu við tríggjar serbar, um at hesir skulu hjálpa felagnum at lívbjarga sær í Vodafonedeildini. Sambært kringvarp.fo er talan um ein áleypara, ein miðvallarleikara og ein verjuleikara og teir eita Danilo Kovacevic, Marko Stanic og Bojan Zivic. Serbarnir koma ikki til landið fyrr enn 28. januar, men venjarin B71, Piotr Krakowski, hevur boðað frá, at restin av hópi hansara byrjar at venja fríggjadagin. Við teimum trimum serbunum aftrat hevur B71 nú fýra serbar í hópinum, tí málverjin Predrag Markovic er eisini frá Serbia. Hinvegin er ikki ein einasti brasiliumaður í hópinum. B71 hevur annars havt fleiri brasiliumenn knýttar at felagnum í nógv ár, men tann seinasti, Clayton Soares, sum spældi við í fjør, kemur ikki aftur.