Milan Pejcic, Dejan Stojkovic og Aco Pandurevic eru nøvn sum viðhaldsfólkini hjá NSÍ skulu læra seg at kenna. Teir eru nevnliga nýggju leikararnir, ið NSÍ hevur gjørt sáttmála við. Frammanundan vóru brøðurnir Nenad og Predrag Stankovic í felagnum, so tilsamans hevur felagið nú fimm serbar.
Hóast fremmandur í Runavík er Aco Pandurevic ikki ókendur í Føroyum. Farna kappingarár spældi hann við VB/Sumba, og nú skal hann loysa Pól Thorsteinsson av, sum hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at taka enn eitt ár í Runavík.
Aco Pandurevic er verjuleikari, og hinir báðir serbarnir, Milan Pejcic og Dejan Stojkovic, eru ávikavist miðvallaleikari og ein áleypari.
- Eftir at tað gjørdist greitt, at Christian Høgni Jacobsen ikki kom at verða partur av hópinum í ár, varð avgjørt at gera avtalu við Dejan Stojkovic. Umframt at hava spælt í bestu deildini í Serbia, hevur hann roynt seg í Polen, Russlandi, Grikkalandi og Spania, so tað at spæla uttanlands er heldur ikki nýtt fyri hann, sigur Dánial Petur Hansen, við heimasíðuna hjá NSÍ.
Milan Pejcic hevur eisini roynt seg uttanlands áður, við tað at hann hevur spælt við Ísrelska liðnum Hapoel, og royndi hann seg her m.a. í UEFA Cup.