Tríggir serbar til 07 Vestur

Eivin Jacobsen, nevndarformaður í 07 Vestur, staðfestir fyri vágaportalinum, at ætlanin er at fáa nýtt fólk í summarsteðginum. - Spurningurin er ikki, hvør vinnur seinnu hálvu. Vit hava ikki vunnið fyrru hálvu, og tað er nú umráðandi, at vit standa okkum væl eftir summarsteðgin. Soleiðis sigur Eivin Jacobsen, nevndarformaður í 07 Vestur, við Vágaportalin í dag. Hann staðfestir, at felagið ætlar at fáa tríggjar serbar afturat núverandi leikarahópinum. Og tað verður, sambært Eivin Jacobsen, eingin broyting í venjaratoyminum. - Vit hava álit á Piotr Krakowski og stuðla honum framvegis, sigur nevndarformaðurin.