Milan Pejcic, Dejan Stojkovic og Aco Pandurevic eru nøvn sum viðhaldsfólkini hjá NSÍ ætlandi koma at verða eins glað fyri sum Nenad Stankovic.
Aco Pandurevic er ikki eitt nýtt navn í føroyskum fótbólti. Seinasta kappingarár leikti hann við VB/Sumba.
- At vit hava gjørt sáttmála við verjuleikarin Aco Pandurevic skal síggjast í ljósinum av Pól Thorsteinsson hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at taka eitt kappingarár afturat, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ við heimasíðu felagsins.
Milan Pejcic og Dejan Stojkovic hava ikki verið í Føroyum áður, og er her talan um ávikavist ein miðvallaleikara og ein áleypara.
- Eftir at tað gjørdist greitt, at Christian Høgni Jacobsen ikki kom at verða partur av hópinum í ár, varð avgjørt at gera avtalu við Dejan Stojkovic. Umframt at hava spælt í bestu deildini í Serbia, hevur hann roynt seg í Polen, Russlandi, Grikkalandi og Spania, so tað at spæla uttanlands er heldur ikki nýtt fyri hann, sigur Dánial Petur Hansen, við heimasíðuna hjá NSÍ.
Milan Pejcic hevur eisini roynt seg uttanlands áður, við tað at hann hevur spælt við Ísrelska liðnum Hapoel, og royndi hann seg her m.a. í UEFA Cup.
- Tað at vit í ár skulu royna okkum úti í Evropa, og tað at vit sum føroyameistarar í 2007 í aðrar mátar eisini koma at fáa fleiri dystir í hesum kappingarárinum enn í fjør, hevur sjálvsagt verið viðvirkandi til, at vit umframt at hava ein sterkan hóp, hava mett tað verða neyðugt við eini góðari breidd eisini, sigur formaðurin í NSÍ, Dánial Petur Hansen.
-np