Í gjørkvøldið handaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Mentanarvirðislønir Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya.
- Jóanes Nielsen, rithøvundur, fekk mentanarvirðisløn Landsins.
- Kristian Blak fekk Heiðursgávu Landsins.
- Virðislønin til ungt listafólk 2011 varð latin 25-ára gamla, evnaríka skopuninginum, filmslistamanninum, Sakarisi Fríða Stórá.
- Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra, vísir mentamálaráðharrin á.
- Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag, sigur Bjørn Kalsø.