Tríggir úr Tottenham til Portsmouth

Portsmouth hevur veruliga brynjað seg til seinnu hálvu av landskappingini, og í dag keypti felagið tríggjar leikarar frá Tottenham.
Talan er um teir tríggjar Sean Davis, Pedro Mendez og Noe Pamarot, ið framyvir skulu spæla við Portsmouth. Redknapp hevur nú keypt tilsamans fimm leikarar, síðan hann gjørdist venjari hjá Portsmouth, ið liggur í botninum í Premier League.
Redknapp er settur at bjarga felagnum undan niðurflyting, og teir nýggju leikararnir skulu sjálvsagt syrgja fyri hesum.
Russiski ríkmaðurin, Alexandre Gaydamak, hevur júst sett nógvan pening í felagið, og tað gevur venjaranum møguleika at keypa nýggjar leikarar.
Portsmouth hevur latið 7,5 milliónir pund fyri teir tríggjar leikararnar frá Tottenham.