Sum vanligur siður er, fer Havnar Arbeiðsmannafelag aftur í ár at halda altjóða arbeiðaradagin, sum er í dag, 1. mai.
Á hvørjum ári lang aftur í tíðina, hevur Havnar Arbeiðsmannafelag skipa fyri tiltaki á Vaglinum við røðu og tónleiki, og tað verður aftur í dag.
Haldið í dag byrjar klokkan 15 og har verða tríggir røðarar. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur av Tvøroyri, Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum úr Hvalba, sum er skrivari í Unga Sambandinum og læraralesandi.
Og Havnar Arbeiðsmannafelag staðfestir samstundis, at deyvatulkur fer at tulka røðurnar til deyvamál. Og sum so mangan áður, fer eisini Havnar Hornorkestur eisini at spæla á haldinum í dag.
Altjóða Arbeiðaradagurin hevur nú verðið hildin síðani í 1889, ella í góð 100 ár, og hann verður nú hildin í yvir 80 londum kring um í heiminum.
Les eisini: Høgni og Hanus røða á Reyða Torginum í Vestmanna










