Hósdagin er 1. mai og sum kunnugt er tað altóða arbeiðaradagurin.
Og sum vanligt, verður Havnar Arbeiðsmannafelag aftur í ár at skipa fyri 1.mai dagshaldi á Vaglinum.
Fyrst fer nývaldi formaður felagsins, Hans Joensen, at bjóða vælkomið.
Síðani fara tríggir røðarar at siga sína hugsan um korini hjá verkafólkinum. Teir vera Sakaris Hansen, arbeiðsmaður og nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarfelag og Petur Skarsá, arbeiðsmaður.
Og sum vant fer Havnar Hornorkestur aftur í ár at seta sín serliga dám á meidagshaldið.