Sum siður er, skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. mag dagshaldi á Vaglinum seinnapartin. Felagið hevur fingið trý fólk at halda røðu. Tey eru Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og formaður í flokkinum og Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tiltakið á Vaglinum í Havn bygjar klokkan 13, og Havnar Hornorkestur fer at spæla í sambandi við haldið.










