Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. Maidagshaldið á Vaglinum í Havn.
Felagið hevur hátíðarhildið altjóða arbeiðaradagin síðani í fimmtiárunum og í ár verða tríggir røðarar á røðarapallinun undir Løgtinghúsinum.
Ein av røðarunum verður Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sum var í einum drúgvum verkfalli í vár.
Haldið verður klokkan 16 og hinir báðir røðararnir verða Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag og Gerhard Lognberg, løgtingsmaður.
Annars hevur verið tosa um, at politiskir flokkar, politisk ungdómsfeløg og fakfeløg eisini skuldi skipa fyri einum felags 1. Maidagshaldi.
Men enn er óvist um nakað verður burtur úr tí