Tríggir norðmenn tiknir

Mikukvøldið handtók løgreglan í Havn tríggjar norðmenn, ið vóru farnir at gera um seg í havnargøtum

Teir tríggir menninir eru millum 22 og 28 ára gamlir. Teir fiska allir við norska línubátinum Øyliner, sum í vikuni varð tikin fyri at hava ov nógva hjáveiðu umborð.
Meðan báturin liggur við bryggju í Havn hevur manningin verið í býnum og fingið ov nógv av rúsdrekka niðurum.
Hetta førdi til, at teir fóru at gera herverk í miðbýnum. Løgreglan fekk boðini umleið klokkan hálvum tíggju. Tá gjørdu teir tríggir menninir seg inn á bilar, sum koyrdu í gongugøtuni. Teir hava eisini gjørt seg inn á blómuhandilin, ið liggur á Áarvegnum yvirav Hotel Hafnia.
Løgreglan hevur menninar í varðhaldinum, meðan bíðað verður eftir, at fólk koma við endurgjaldskravi fyri skaðarnar, sum teir hava gjørt á ognir hjá fólki.