Tríggir norðmenn horvnir í Grønlandi

Ein tyrla hevur allan dag leitað eftir trimum norðmonnum, sum ikki eru komnir afturíaftur eftir eina gonguferð við Syðra Streymfjørðin í Vesturgrønlandi. Norska blaðið VG skrivar, at menninir vóru farnir á eina gonguferð fram við einari á, og at teir skuldu koma aftur á middegi fríggjadagin.

Løgreglan í Nuuk sigur við blaðið, at hon veit ikki, hvat er hent monnunum.

-Kanska eru teir farnir eina aðra leið, ella kanska eru teir vilstir. Vit vita ikki, sigur løgreglan í Nuuk.

Veðrið er gott á leiðini við Syðra Streymfjørðin.