Um tú vart ein túr í býnum sunnunáttina, hevur tú allarhelst sæð eina heldur óvanliga sjón. 3 ungir menn, ið høvdu fingið eitt sindur ov nógv upp í høvdið, gjørdu tá ikki minni enn at klæða seg úr øllum klæðunum mitt í Havn í kava. Onkur hevur helst tikið synd í ungu monnunum, tí løgreglan bleiv boðsend, og menninir vórðu koyrdir til hús at verma seg.










