Tríggir nýggir læknar í fast starv í Havn

Teir skulu allir tríggir arbeiða í Hoyvík

Heilsutrygd hevur nú sett tríggjar kommunulæknar afturat í fast starv í Havn, og tað fer at bøta um læknaviðurskiftini, sum hava verið vánalig.

Ein trupulleiki hevur verið, at hølisviðurskiftini hava ikki verið nøktandi, men tað verða tey nú, tí at Tórshavnar Kommuna hevur leigað ein bygning í Kirkjustræti í Hoyvík til kommunulæknar.

Tórshavnr Kommuna upplýsir, at Guðrun Mortensen er ein av teimum nýggju, sum er sett í fast starv og hon byrjar 1. september. Hon tekur við starvinum, sum hon seinastu tíðina hevur røkt í Miðlon. Viðtalan verður flutt niðan í Kirkjustræti eftir summarferiuna, og fer at halda til í stovuhæddini.

Somuleiðis er Bjarni Wardum settur í starv sum kommunulækna í Havn, og eisini hann byrjar 1. september.

Bjarni Wardum tekur við einum heilt nýggjum starvi, sum ongantíð fyrr hevur verið mannað. Viðtalan verður í Kirkjustræti, og letur upp eftir summarferiuna í stovuhæddini.

Og triði kommunulæknin, sum nú er settur í fast starv, er Turið Holm Johannesen, og eisini hon byrjar 1. september.

Hon verður væntandi liðug við útbúgvingina 31. Juli og setanin er treytað av, at hon verður góðkend.

Turið Holm Johannesen tekur við starvinum, sum Annika Olsen fyrr røkti. Viðtalan flytur úr Frúutrøð niðan í Kirkjustræti á aðru hædd eftir summarferiuna.