Tríggir nýggir koronutilburðir í Føroyum

Komu við flogfarinum í gjár

Í løtuni eru tríggir persónar staðfestir smittaðir við coronasmittuni. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í gjár vórðu tríggir tilburðir staðfestir á flogvøllinum. Talan er um eina útlendska familju, sum kom við sama flogfari til Føroya. Øll trý eru nú avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporing.