Tríggir mugu bíða til á Ólavsøku

Úrslitini í Vestmanna lagaðu tað soleiðis, at fýra bátar fara at vinna FM, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast á Vestanstevnu


Í trimum av sjey róðrum var talan um sama vinnara í Vestmanna leygardagin, sum tað var í Vági tvær vikur frammanundan. Ritan við dreingjum, Jarnbardur við kvinnum og Sølmundur við monnum endurtóku sigursbragdið úr Vági.
                      Í fýra av róðrunum var talan um annan vinnara. Genturnar á Havfrúnni megnaðu ikki í heimasjógvi at endurtaka óvæntaða bragdið í Vági. Í Vestmanna var tað Blikur, sum vann gentukappingina. Sílið við kvinnum vann fyri fyrstu ferð í ár í Vági. Í Vestmanna var avrikið hjá Sílinum tað vánaligasta í ár. Ørnin, sum hevði vunnið tríggjar tær fyrstu kappingarnar, var aftur hesa ferð ógvuliga sannførandi.
 
Spennandi hjá teimum stóru
8-mannafarið Ørvur vann í Vestmanna. Knørrur vann tvær tær fyrstu ferðirnar. So vann Ørvur á Eystanstevnu. Tað vil siga, at Ørvur og Knørrur nú fleiri ferðir hava skiftst um at vinna sera tøttu kappingina.
                      Og so var tað Klaksvíkingur, sum við sera sannførandi róðri setti Eysturoying upp á pláss. Eysturoyingur vann trivaligan sigur á Jóansøku.
                      Úrslitini í Vestmanna bera við sær, at tað í fýra av teimum sjey FM kappingunum ivaleyst verður avgjørt í Sandavági leygardagin, hvør verður meistari. Ørnin við kvinnum er tættast at meistaraheitinum. Tær í Sandavági eru átta stig undan Sílinum, og tí er alt lagt upp til, at Ørnin í heimasjógvi fer at ogna sær FM. Sjálvandi er ynskið hjá teimum umborð á Ørnini, at tað skal gerast við manér.
 
Summi mugu bíða til ólavsøku
Dreingirnir á Rituni eru seks stig frammanfyri Jallin, menninir á Sølmundi eru seks stig frammanfyri Sundabátin, og Klaksvíkingur er seks stig undan Eysturoyingi.
                      Í trimum kappingum bendir nógv á, at tað verður neyðugt at bíða inntil á Ólavsøku, áðrenn meistarin verður funnin. Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum hevur Riddarin 29 stig, Lómur hevur 25 stig, og Jarnbardur hevur 24 stig. Tað er ein lítil møguleiki fyri, at Riddarin fer at vinna FM leygardagin.
                      Ørvur rennur aftaná Knørri í kappingini millum 8-mannaførini. Um Knørrur ikki skal gerast meistari, so skal Ørvur ivaleyst vinna bæði á Sandavági og á Ólavøku. Mest spennandi kappingin er tann millum 5-mannafør við gentum. Frúgvin, sum fyrr í summar var rættuliga sannførandi, er framvegis fremst, men fjarstøðan aftur til Blik er bara eitt stig.