Tríggir mans stilla upp fyri Borgaralistan í Havn

Tveir teirra eru virknir í Miðflokkinum, sum ikki stillar upp

– Vit eru tríggir mans á listanum. Tvey onnur valevni »duttu av í svinginum«, sigur Rani Skaalum, sum hevur fyrireika Borgaralistan, sum í gjár lat inn listan við hesum trimum valevnum:

  1. Rani Andrasson Skaalum
  2. Frank Jacobsen
  3. Hugin Kárason Mortensen

Rani Andrasson Skaalum og Frank Jacobsen eru báðir virknir limir í Miðflokkinum og stillaðu upp til løgtingsvalið í fjør. Rani fekk 64 atkvøður og gjørdist nummar 6 á listanum hjá Miðflokkinum, og Frank Jacobsen fekk 14 atkvøður og gjørdist nummar 15 á listanum. Hugin Kárason Mortensen hevur ikki stillað upp í politikki áður.

Rani Skaalum sigur, at hetta er ein roynd at gera ein lista, sum ikki skal verða merktur av partapolitikki.

– Tí tá snýr tað seg fyri tað mesta um á láta sum um og skylda upp á landspolitikararnar. Vit vilja hava borgaran í miðdepilin og arbeiða fyri hann.

– Vit hava ymsar royndir, sjálvur havi eg fylgt væl við í politikki, og Frank hevur royndir sum bussførari og sum stakur pápi og hevur merkt til teir trupulleikar, sum tú kanst renna teg í sum einsamallur pápi. Hugin hevur royndir á eldraøkinum, har hann arbeiðir sum fysioterpeutur, sigur Rani Andrasson Skaalum.

Umframt at vera virknir í Miðflokkinum eru Rani Skaalum og Frank Jacobsen eisini starvsfelagar. Teir arbeiða báðir sum lærarar við Skúlan á Løgmannabreyt í Hoyvík.