Tríggir mans hava gist hjá løgregluni í nátt

Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt, sigur løgreglan

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt ymsastaðni í landinum, men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað ikki verið ófriðarligt.

 

Løgregufólk hava verið nógv úti í nátt, tað er tað er eitt lið í tí miðvísa átakinum tey hava ímóti harðskapi, og tey eru av teirri sannføring um, at tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk, sum annars hava lyndi til at verða ólátað, ella harðlig.

 

Tó so, løgreglan hevur havt ikki færri enn tríggjar mans gistandi í nátt fyri ólátaða og harðliga framferð. Tveir liggja í klivanum í Klaksvík og ein er í kjallaranum á løgreglustøðini í Havn.

 

Í Klaksvík varð ein maður tikin, tí hann ætlaði sær inn í ein bústað, har hann var óynsktur. Hetta var onnur náttin á rað, hann ætlaðir sær inn í sama bústað, tí leygarnáttina royndi hann eisini at sleppa inn, og tí viðfangi breyt hann ein rút.

 

So tá ið hann varð tikin á sama bústaði eina ferð afturat í nátt, varð hann handtikin og settur í klivan, har hann er skuldsettur fyri herverk og fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

 

Ein annar maður varð eisini tikin í Klaksvík og settur í klivan, tí hann var ólátaður uttan fyri eitt skeinkistað. Hann bardust og vildi ikki binda frið, so løgreglan fór av stað við honum. Eisini hann er skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkurnar.

 

Í Havnini vóru eisini trupulleikar uttan fyri eitt skeinkistað. Ein maður, sum varð burturvístur, vildi ikki gevast og hann var so harðligur í atburði, at boð vórðu send eftir løgregluni, sum handtók hann og setti hann í kjallaran á løgreglustøðini. Hann verður somuleiðis skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkurnar.

 

Løgreglan fekk eisini boð frá einum dulnevndum um, at tað var rok í Steinatúni tíðliga í morgun, men tá ið tey komu á staðið var manntómt og púra friðarligt.