Mikukvøldið datt NSÍ fyri fyrstu ferð í nógvar vikur av heiðursmerkjaplássi.
Tað var, tá ið 07 Vestur tapti útsetta dystin í Gundadali ímóti B36, at NSÍ varð nummar fýra.
Meðan NSÍ hevur hildið frí og vant síðani 2-2 í Trongisvági síðsta sunnudag, skal 07 Vestur manna seg upp aftur í dag, eftir at hava verið í Gundadali mikukvøldið.
Mikukvøldið noyddist miðvallarin Ndende Adama Guéye av vøllinum. Ken Fagerberg varð skiftur inn. Felags fyri teir báðar er, at teir hava skaðar at dragast við. Miðvallarin Charlie Machell er framvegis leikbannaður.
-Vit spæla fyri at halda tørn um níggjunda plássið. Hvat tað fer at bera við sær, fáa vit at síggja. Lagið er gott, og mikukvøldið vístu vit, at hugburðurin er góður, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.
Hjá NSÍ eru tríggir av lyklaspælarunum leikbannaðir. Teir eru Árni Frederiksberg, Jens Joensen og Bárður J. Hansen. Tað hevur verið stór kapping um plássini, og at tríggir av føstu monnunum eru leikbannaðir ber við sær, at aðrir fáa størri leiklut. Eitt nú var Jann Martin Mortensen ikki við á næstbesta liðnum, sum í gjár vann 2-1 á Sandi.
Jóhan Troest Davidsen hevur verið nógv á beinkinum. Nú Jens Joensen er leikbannaður kann roknast við, at hann verður í miðverjuni.
-Hóast gullið er farið, so halda vit okkum at hava nógv at spæla fyri. Í Trongisvági sást, at vit ikki vóru tilvitaðir um avbjóðingina í fyrra hálvleiki, og tað sást aftur í avrikinum, sum tó var betri eftir steðgin, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.
Tá ið 07 Vestur 8. apríl vitjaði við Løkin, vann heimaliðið 3-1.