Tríggir liggja borð um borð

Fípan Fagra var týskvøldið í Havnini og vandi í heimasjónum hjá kappingarneytunum báðum ? Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag og Bliki hjá Argja Róðrarfelag

Tann FM kappingin, har tað er tættast í oddinum, er tann millum dreingirnar. Klaksvíksdreingir í Fípuni Føgru eru bara eitt stig undan havnardreingjum í Sílinum og argjadreingjum í Bliki. Tann av hesum trimum bátunum, sum verður fyrstur á mál, vinnur FM heitið.
Tað hevur ikki hilnast so væl hjá Fípuni Føgru tær seinastu ferðirnar, men teir hava gott mót:
? Vit hava tikið í egnan barm. Kanska løgdu vit ikki nóg nógv í venjingina, eftir at tað gekk so væl í heimasjógvi og á Skálafjørðinum. Tað, sum er meini er, at tað ber væl til at venja nógv, men ikki at fáa so nógv burturúr. Hesum hava vit arbeitt nógv við síðstu tíðina, og vit vóna tað besta. Týskvøldið vóru vit í Havnini og vandu, og vit halda, at vit fingu nógv burturúr, sigur bátsformaðurin á Fípuni Føgru, John Mortensen.
Hóskvøldið varð Sílið flotað, men teir fingu ikki so nógv burturúr venjingini hetta kvøldið:
? Tað var rættuliga sjaskut, so tað gjørdist ikki so nógv. Men vit hava kanska gott av at hvíla, tí vit hava tikið venjingina í stórum álvara. Eftir teir seinastu róðrarnar er tað ikki undarligt, at vit halda okkum hava sera góðar møguleikar at vinna. Tað hevði verið sera hugaligt, tí so hevði nýggja Sílið vunnið FM bæði við gentum og dreingjum, heldur Jóan Pauli Jensen, sum er bátsformaður á Sílinum.
Blikur hevur ikki vunnið higartil í ár. Men argjadreingir hava framvegis góðan møguleika at vinna FM.
? Vit vunnu á vestanstevnu í fjør, og síðani hava vit verið frammarlaga, men vit hava ikki vunnið. Nú er síðsti møguleikin. Fleiri fella fyri aldursmarkinum, so vit høvdu einki havt ímóti at seta teir í Klaksvík og teir á Sílinum uppá pláss, skemtar Bárður Jacobsen, bátsformaðurin á Bliki, sum sigur seg hava gott mót um, at tað fer at eydnast.