Tey hava havt úr at gera við at undirskriva sáttmálar í Sundalagnum. Ikki færri enn fimm undirskriftir vórðu skrivaðar í gjár – tvær á sáttmálar, ið knýta tveir nýggjar leikarar at felagnum, og tríggjar aðrar, ið hava við sær, at leikarar halda áfram. Tríggjar tær síðstu undirskriftirnar settu René Tórgarð, Levi Hanssen og Dánjal Davidsen, ið harvið skulu vera við at verja meistaraheitið og steypafinalusigurin. Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum, tí bæði René Tórgarð og Levi Hanssen eru mettir at vera ógvuliga týdningarmiklir leikarar í felagnum. Dánjal Davidsen hevur ikki leikt eins nógvar dystir og teir báðir áður nevndu, men í EB/Streymi hava tey verið so mikið nøgd við avrik hansara, at tey ynskja hann at halda áfram.