Argjamenn hava bíðað spentir eftir, at nýggi graslíkisvøllurin verður klárur, so teir hava eitt gott undirlag, nú farið verður av álvara aftur undir landskappingina í Vodafonedeildini. Og alt bendir á, at teir týskvøldið 27. juli klokkan 18 kunnu bjóða EB/Streymi vælkomin á Argjum.
– Vøllurin skuldi longu havt verið klárur leygardagin, men veðrið hevur ikki ordiliga verið til vildar, og tí hava menninir frá Polydan ikki fingið koyrt alla fylluna í. Men nú er bara eftir at fylla sand og onkrar grønar perlur í vøllin, sum allur er álagdur, so skuldi verið klárt, sigur Andrass Drangastein, formaður í AB.
– Gongst eftir vild nú, verður alt liðugt í síðsta lagi mikukvøldið, so spælararnir sleppa á vøllin at venja hóskvøldið. Nú er so lítið eftir, at vit vóna, at tað verður gjørt liðugt næstu dagarnar. Til vøllurin er klárur, verður vant í Gundadali.
Dysturin á Argjum er ein av trimum, sum verða spældir næsta týskvøld. Hinir báðir eru millum FC Suðuroy og ÍF í Vági og grannauppgerð millum NSÍ og B68 í Runavík.
Funnu ikki semju
Tey bæði havnarfeløgini, HB og B36, hava eisini heimavøll í 16. landskappingarumfarinum, og tað er nakað síðani, at tey frá kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum fingu at vita, at tað var í lagi, at teirra dystir blivu lagdir soleiðis, at annað liðið hevði heimadyst ólavsøkuaftan og hitt ólavsøkudag.
Men tað var ikki bara sum at siga tað, tí bæði vildu sleppa á ovara vøll í Gundadali at spæla ólavsøkuaftan, og ta einu løtuna stóð so fast, at feløgini vendu sær til kappingarnevndina fyri at fáa hana at skera ígjøgnum. Tað vildi kappingarnevndin kortini ikki, tí tað mátti vera upp til feløgini at finna útav.
Hóskvøldið kom so endiliga hvítur roykur úr samráðingarhølunum í Gundadali, og tá avtornaði, var tað HB, sum fekk dystin ímóti B71 ólavsøkuaftan klokkan 18.30, og B36 skal tí spæla sín dyst ímóti Víkingi ólavsøkudag klokkan 16.
Nú ólavsøka er, verða teir tríggir heimadystirnir hjá AB, HB og B36 í næstu viku eisini steypadystir.