Tríggir landsliðsspælarar flyta niður

Í gjárkvøldið varð endaliga staðfest, at feløgini hjá trimum føroyskum landsliðsspælarum, sum hetta kappingarárið hava spælt í superliguni, ikki fara at spæla í fremstu røð næsta ár. Undan triði síðsta umfarinum var greitt, at Lyngby og Tem Hansen og Christian Lamhauge Holst fóru at flyta niður. Teir vóru báðir millum teir fyrstu ellivu í málleysu grannauppgerðini í Farum ímóti FCN. Súni Olsen var ikki á Viborg liðnum, sum tapti 3-0 í Parkini ímóti FCK.