Tríggir landsdystir í dart hetta vikuskiftið (Rás2)

(Rás2) Dart-landsliðsvenjarin, Kristian Joensen vitjaði SportBoxina á Rás2 til eitt prát

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við dart-landsliðsvenjarin, Kristian Joensen úr Klaksvík, sum í dart-høpi er kendur sum Kristian "The Mouth" Joensen.

 

A og B landsliðini hjá monnum, og kvinnulandsliðið skulu royna seg ímóti Íslandi í hølunum hjá Havnar Dartfelagi hetta vikuskiftið.

 

Fyrr í vikuni skrivaði in.fo: "Sunnukvøldið verða tríggir dartlandsdystir millum Føroyar og Ísland. Dystirnir verða í hølunum Handan á 1 í Havn.

 

 

Í tí sambandi hava landsliðsvenjararnir, Jens Albert Simonsen og Kristian Joensen, úttikið eitt føroyskt dartlandslið. Talan er um eitt A-landslið og eitt B-landslið hjá monnum, umframt eitt kvinnulandslið.

 

 

Afturgangandi fyri allar landsliðsspælararnar, er at talan er um spælarar, sum eru nógv at síggja í darthølunum, nú landskappingin eisini er í gongd. Landsdystirnir verða allir sunnukvøldið.

 

 

Í tí sambandi eru 20 dartspælarar komnir úr Íslandi. Í kvøld verður ein sokallað Blind Draw kapping í hølunum hjá Havnar Dartfelagi, har drigið verður um makkara. Leygardagin verður eisini kapping í Skopun, har allir spælararnir eru við."

 

 

Tey ið eru úttikin til landsliðini eru hesi: 

 

 

Menn A:

Remy Gaardlykke,D16

Uni Árting,HDF

Jan McIntosh,HDF

Bogi H Isaksen,KDF

 

Menn B:

Hans Eivind Olsen,Team Sandoy

Bjartur Olsen,ADF

Esmar Mikkelsen,Pìlar&Skot

Ólavur Ellingsgaard, Pìlar&Skot

 

Kvinnur:

Lýdia Á Smið,Kaldbak

Gunnbjørg Dam, VDF

Annika Joensen, Team Sandoy

Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy

 

Føroysku landsliðini hava havt gott tak á íslendingum, og vunnu á teimum seinast, og Kristian Joensen hevur góðar vónir um, at føroysku landsliðini aftur kunnu bera sigrarnar heim.