Í morgin, sunnudagin, kl 20 hava »Teir tríggir kingomenninir og Eivør« konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.
Teir tríggir kingomenninir eru Hans J. Hansen, Petur J. Eliassen og Niels Midjord, og tað sermerktaaaaa við teirra framførslu hesaferð er, at teir hava bert ein sálm á skránni, nevniliga morgunsálmin »Jeg står nu op i Herrens navn« eftir norska prestinum, Samuel Olsen Bruun.
Fýra tey síðstu versini av hesum sálminum vóru nógv nýtt í Føroyum sum sjósálmur, tað finnast heili 18 ymiskar upptekningar frá átta ymiskum bygdum, og eru hesi løgini ógvuliga ymisk, bæði í dámi, rútmu og longd.
Kingomenninir syngja 12 av hesum løgunum, so á konsertini fæst hylling á, hvussu fjølbroyttur kongosangurin í Føroyum veruliga var.
Eivør er Eivør Pálsdóttir, og henni nýtist kanska ikki serliga umtalu, soleiðis sum hon hevur gjørt vart við seg bæði sum forsangari hjá Prix Føroyar vinnaranum, Clickhaze, við bólki sínum Ivory og sum kingosangari.
Á konsertini fer Eivør at syngja egin løg við gittarfylgispæli, eisini fara øll fýra at syngja saman.
Úr Tjørnuvík eru seks upptekningar av áður nevnda sálmi. Fyri at geva eina hylling av, hvussu sálmasangurin í Tjørnuvíkar kirkju kann hava ljóðað, syngja øll fýra millum annað hvør sína av hesum upptekningumsaman og samstundis