Tríggir kavarar fingið prógv

Sunnudagin 6. februar 2005 fingu tríggir ungir menn prógv sum kavarar í Klaksvík.

Teir hava seinastu vikurnar staðið royndir innan kavara- teori og venjing í svimjuhøll og venjing í sjónum.

Janus Joensen, sum eigur og rekur fyritøkuna Faroe Dive í Klaksvík, var instruktørur.

Næmingarnir hava allir verið so væl nøgdir og hildu tað vera so spennandi at kava, at teir hava ætlanir um at útbúgva seg enn betri innan kaving.