Áki Davidsen gjørdist tvífaldur føroyameistari og Hjalmar Johannesen vann somuleiðis gullkrónur, tá FM í judo var í dag. Kappast var í trimum vektbólkum undir 78 kilo, undir 90 kilo og so í opna bólkinum, har allir vektflokkar kappast.
Kvívíkingurin Áki Davidsen úr Sunda Judofelag vann finaluna fyri teir undir 90 kilo, har hann basti Sverrir Arnarsson úr Havnar Judofelag, sum sostatt fekk silvur. Nummar trý og bronsuvinnari gjørdist hósvíkingurin Høgni Nybo úr Sunda Judofelag.
Í vektflokkinum hjá teimum undir 78 kilo var tað eisini ein úr Sunda Judofelag, sum gjørdist føroyameistari. Norðskálamaðurin Hjalmar Johannesen vann á strandinginum Sigmundi Johansen í finaluni, sum tískil fekk silvur, meðan Tóki Brandsson úr Havnar Judofelag gjørdist nummar trý.
Í opna vektflokkinum, har allir luttakarar í øllum vektflokkum kunnu dystast, var tað aftur Áki Davidsen, sum fór við øllum. Finalan í móti Petur Sigurð Johannesen var ógvuliga drúgv og tøtt. Tað eydnaðist hvørgum manni at vinna nakað stig, og eingin fekk nakra revsing heldur. Tískil var neyðugt við eini dómaraavgerð, og har mettu tveir av trimum, at Áki Davidsen hevði munin.
FM í Judo varð avgreitt á stóra Kontrast FM finaludegnum á høllini á Hálsi í Havn, har eisini borðtennis og badminton verður spælt í dag.
Mynd: Áki Davidsen í bláum og Petur Sigurð Johannesen hálsfevnast eftir finaluna í opna bólkinum, sum Áki vann (Mynd: skermprent av KVF)