Fyrispurningar
Andrias Petersen vildi hava at vita frá Páll á Reynatúgvu, hvussu nógv fólk í løtuni bíða eftir at fáa tænastu frá heimarøktini. Bæði tey, sum sita heima, og um talan eisini er um sjúklingar, sum ikki kunnu útskrivast vegna væntandi heimarøkt.
Kristian Magnussen vil frá Løgmanni hava at vita, um hesin hevur tryggjað sær,at rættu mannagongdirnar eru fylgdar í sambandi við uppsøgnina av einum fulltrúa í Fiskimálastýrinum. Hartil vil tingmaðurin eisini hava at vita, hvørt løgmaður metir, at málið við at fáa skil á umstingina í Fiskimálastýrinum nú er rokkið.
Triði javnaðartingmaðurin, sum skuldi seta fram fyrispurning var Henrik Old. Hesin fyrispurningurin var til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, og snúi hann seg um ferjuhavnina á Trongisvágsfirði. Suðuroyartingmaðurin vil hava at vita, um landsstýrismaðurin gjøgnum Landsverkfrøðingin kann kanna, um tað er møguleiki fyri at gera tveir rampar á nýggju ferjuleguni, uttan at hetta broytir nakað nevnivert upp á endaliga kostnaðin av ferjuleguni.