Tríggir hava átt umboðan hvørja ferð

Hákun Djurhuus eigur persónliga atkvøðumetið, sum hann setti í 1966. Fólkaflokkurin hevur leingi verið størstur, men áður hava bæði javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin átt henda lutin

NORÐOYA VALDØMI

Norðoyingar hava ikki verið teir, sum títtast hava skift flokkarnar út, sum hava umboðað teir í tinginum, og tað er sjáldan komið fyri, at tingmaður, sum hevur stillað uppaftur, ikki hevur verið afturvaldur ? um flokkurin hjá honum hevur vunnið umboðanina aftur.

Tjóðveldisflokkurin vann fyrstu ferð umboð í Norðoyggjum í 1954. Síðani tá hava Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hvørja ferð átt umboð í valdøminum. Til og við valinum í 1974 átti Norðoya valdømi tveir umdømisvaldar tingmenn. Síðani 1978 hava teir verið fýra.

Fólkaflokkurin hevur verið størsti flokkur í Norðoyggjum mesta partin av tíðini. Stóra undantakið var í 1970. Tá var fólkafloksmaðurin eykavaldur. Einasta ferðin at Tjóðveldisflokkurin hevur verið størstur í Norðoya valdømi var í 1958. Í 1998 hevði Tjóðveldisflokkurin eitt so mikið gott val í Norðoyggjum, at teir møguleikan á komandi
valinum at vinna tveir umdømisvaldar tingmenn at vera realistiskan.

Tveir javnaðarmenn
Tær síðstu ferðirnar hevur Javnaðarflokkurin stríðst fyri at varðveita umboðanina í Norðoyggjum. Á síðsta vali megnaðu teir tað væl, men í 1994 restaðu bara seks atkvøður í hjá Sambandsflokkinum at fáa Javnaðarflokkin aftur.

Javnaðarflokkurin hevur verið betri fyri í Norðoyggjum, enn hann hevur verið seinastu ferðirnar. Best var hann fyri, tá Poul Jacob Olsen, sáli, var á tindinum. Í 1970 var hann størsti flokkur í valdøminum. Tá var hann so væl fyri, at hann hevði vunnið tveir umdømisvaldar sessir, um tað tá høvdu verið fýra og ikki tveir umdømisvaldir í valdøminum.

Hákun toppskorari
Flestu persónligu atkvøðurnar á einum vali eigur í Norðoya valdømi Hákun Djurhuus, sáli. Eftir at hann hevði verið løgmaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963 ? 1966 góvu 578 norðoyingar honum atkvøðuna. Næsthægsta talið er tað hjá Anfinni Kallsberg í 1990. Tá fekk hann 560 atkvøður.

Metið hjá Hákuni er merkisvert. Í 1966 vóru 2.526 norðoyingar á vali. Hægsta veljaratalið var í 1988. Tá atkvøddu 3.880 norðoyingar. Atkvøðutalið hesa ferð verður ivaleyst ikki so langt frá tí, sum tað var í 1988. Og tað skal nógv til hjá tí, sum droymir um at røkka lutfalsliga sama part av atkvøðunum, sum Hákun Djurhuus fekk í 1966.

HAGTØL

1966
Fólkaflokkurin 696
Hákun Djurhuus 578
Sambandsflokkurin 267
Javnaðarflokkurin 644
Poul Jacob Olsen 386
Sjálvstýrisflokkurin 277
Tjóðveldisflokkurin (eyka) 560
Finnbogi Isaksen 243
Framburðsflokkurin 82
2.526
1970
Fólkaflokkurin (eyka)634
Hákun Djurhuus434
Sambandsflokkurin252
Javnaðarflokkurin779
Poul Jacob Olsen373
Sjálvstýrisflokkurin295
Tjóðveldisflokkurin690
Finnbogi Isaksen225
Framburðsflokkurin-
2.650
1974
Fólkaflokkurin725
Hákun Djurhuus436
Sambandsflokkurin275
Javnaðarflokkurin (eyka)717
Poul Jacob Olsen353
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)436
Asbjørn Joensen242
Tjóðveldisflokkurin733
Finnbogi Isaksen356
Framburðsflokkurin16
2.902
1978
Fólkaflokkurin690
Hákun Djurhuus204
Sambandsflokkurin (eyka)484
Eli Nolsøe177
Javnaðarflokkurin658
Poul Jacob Olsen268
Sjálvstýrisflokkurin503
Asbjørn Joensen248
Tjóðveldisflokkurin608
Finnbogi Isaksen295
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin255
4390
1980
Fólkaflokkurin672
Anfinn Kallsberg213
Sambandsflokkurin (eyka)426
Eli Nolsøe150
Javnaðarflokkurin668
Vilhelm Johannesen357
Sjálvstýrisflokkurin460
Asbjørn Joensen218
Tjóðveldisflokkurin606
Finnbogi Isaksen268
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin389
3.221
1984
Fólkaflokkurin850
Anfinn Kallsberg374
Sambandsflokkurin403
Javnaðarflokkurin762
Vilhelm Johannesen371
Sjálvstýrisflokkurin480
Asbjørn Joensen214
Tjóðveldisflokkurin658
Heini O. Heinesen173
Kristiligi Fólkaflokkurin258
3.411
1988
Fólkaflokkurin1.098
Anfinn Kallsberg464
Jógvan við Keldu442
Sambandsflokkurin466
Javnaðarflokkurin682
Vilhelm Johannesen309
Sjálvstýrisflokkurin460
Tjóðveldisflokkurin680
Heini O. Heinesen277
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka)459
Niels Pauli Danielsen349
Framsóknarflokkurin35
3.880
1990
Fólkaflokkurin1.137
Anfinn Kallsberg560
Sambandsflokkurin373
Javnaðarflokkurin836
Vilhelm Johannesen332
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)570
Asbjørn Joensen290
Tjóðveldisflokkurin611
Heini O. Heinesen230
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka)35 1
Niels Pauli Danielsen175
Sosialistiski Loysingarflokkurin-
3.878
1994
Fólkaflokkurin765
Anfinn Kallsberg392
Sambandsflokkurin426
Javnaðarflokkurin434
Vilhelm Johannesen141
Sjálvstýrisflokkurin460
Álvur Zachariasen126
Tjóðveldisflokkurin702
Heini O. Heinesen492
Kristiligi Fólkaflokkurin403
Miðflokkurin83
Verkamannafylkingin94
Føroyski flokkurin56
Frælsisfylkingin59
3.367
1998
Fólkaflokkurin1.047
Anfinn Kallsberg511
Jógvan við Keldu222
Sambandsflokkurin275
Javnaðarflokkurin647
Vilhelm Johannesen268
Sjálvstýrisflokkurin385
Tjóðveldisflokkurin957
Heini O. Heinesen514
Kristiligi Fólkaflokkurin277
Miðflokkurin62
Verkamannafylkingin19
3.669