Ekstrablaðið veit í kvøld at siga, at politiið hevur handtikið tríggjar dreingir í aldrinum 15-16 ár fyri álopið á føroyska Jóhannes Hansen seinnapartin í gjár.
- Teir hava ikki melda seg sjálvar, so vit hava verið runt í býnum og handtikið teir, sigur Jack Liedecke, varapolitikommiserur fyri politiið á Fyn
Jack Liedecke er leiðari fyri kanningini av álopinum á Jóhannes Hansen, og var vónríkur um skjótar handtøkur, tá Rás2 tosaði við hann í tíðindunum klokkan 16.
Tað vísir seg nú, at hann hevði nakað av hava tað í, tí sambært ekstrabladet.dk, fóru handtøkurnar fram millum klokkan 10.30 og 16.40 í dag, føroyska tíð.
Ekstrabladet skrivar, at Jóhannes Hansen framvegis er í lívsvanda, men familjan í Føroyum hevur fingið at vita frá teimum, sum eru um Jóhannes á Odense Universitetssjúkrahúsinum, at hann er skannaður, og at skanningin vísir eina blóðsaming í høvdinum, sum læknarnir alsamt halda eyguni við.
Síðst portalurin frætti, mátaðu teir trýstið javnan, og alt vísti seg at vera normalt. Somuleiðis varð sagt, at læknarnir ætlaðu at taka Jóhannes út úr kunstiga koma'inum i kvøld.