Og teir eru alt annað enn tilvildarliga samansettir.
Ein høvuðseigari er Varðin í Gøtu, sum hevur sera drúgvar royndir, hvat fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski viðvíkur. Varðin eigur eisini nøkur av mest framkomnu uppsjóvarskipum yvirhøvur og er størsta uppsjóvar-útgerðarfelag í landinum.
Varðin er eisini eitt felag við stórari fíggjarligari megi
Ein annar høvuðseigari er Delta Seafood á Tvøroyri, sum hevur drúgvar royndir at framleiða fiskavørur.
- Teir eru sera dugnaligir at framleiða og hava eina ta størstu framleiðsluna av fiskavørum í landinum við trimum virkjum, sigur Arni Carlsen, projektleiðari í uppsjóvarvirkinum.
Triði høvuðseigarin er Bacalao/Kimbil, har Poul Hansen stendur á odda.
- Hann hevur verið nevndarformaður í Havsbrún í 16 ár og har hevur hann ognað sær stóra vitan um uppsjóvarvinnuna.
Projektleiðarin heldur eisini, at virkið liggur sera væl fyri á Tvøroyri, tí haðani er stytst at sigla eftir rávøruni og tað liggur væl fyri at fáa skikkaða arbeiðsmegi.









