Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA umhugsar at broyta fótbóltsreglarnar til HM-endaspælið í Qatar í 2022. Ætlanin hjá FIFA er at hava tríggjar hálvleikir, ístaðin fyri tveir.
FIFA ynskir, at dystirnir í HM-endaspælinum í 2022 skulu verða 3 x 30 minuttir. Orsøkin til hesa ætlanina hjá FIFA er at verja fótbóltsspælararnar ímóti tí ovurstóra hitanum, sum er í Qatar um summarið, tá hitin vanliga liggur um 40 hitastig.
Við bretska blaðið The Telegraph sigur Michael Beavon frá FIFA - Tá hitin kemur uppum 30 hitastig, so gerst tað sera vandamikið hjá spælararnum at spæla. Tí ynska vit at spæla 3 x 30 minuttir í Qatar í 2022. Fyri at uppskotið skal vinna frama, so má tað góðkennast av fótbóltslógarnevndini hjá FIFA.
Miðlar kring allan heimin hava undrast á frá fyrstan tíð, at lítla - men steinríka - landið, Qatar fekk HM-endaspælið í 2022. Franz Beckenbauer, sum hevur vunnið HM, sum spælari í 1974, og sum venjari í 1990 hevur verið frammi og sagt, at HM-endaspælið í Qatar eigur at verða spælt um veturin.
Í fjør summar vóru máld uppí 51 hitastig í Qatar, so FIFA hevur veruliga givið sær sjálvum ein stóran trupuleika, um enn ikki hesin trupuleikin er fíggjarligur.










