Tríggir GÍ´arar halda fram

Atli Gregersen er stórur, sterkur og bólttryggur verjuleikari, ið hevur roynt seg bæði uttanlands og í GÍ. Seinasta kappingarár spældi hann við GÍ, men áðrenn tað hevur hann m.a. leikt við Frem í donsku 1. deild.

 

Hans Pauli hevur í fleiri ár verið partur av besta liðnum hjá GÍ. Hann kann spæla á fleiri plássum bæði í verjuni og á miðvøllinum.

 

Sverri Jacobsen er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu. Sverri hevur hetta kappingarárið spælt heilt nógv í álopinum, men kann eisini spæla longri afturi á miðvøllinum.