Japanska tíðindastovan Kyodo skrivar í morgun, at tríggir deyðadømdir fangar eru tiknir av døgum í nátt. Á tíðindafundi í morgun váttaði løgmálaráðharrin, Sadakazu Tanigaki (myndin), tíðindini. Hann segði, at hann hevði hugsað seg væl um, áðrenn hann hevði givið boðini. Løgmálaráðharrin upplýsti, at talan var um tríggjar menn, sum vóru dømdir til deyða fyri dráp. Teir vóru millum 29 og 62 ára gamlir.
Avrættingarnar eru tær fyrstu í Japan síðani í september í fjør, tá tveir menn vórðu tiknir av døgum. Í 2011 varð eingin fangi avrættaður í Japan, men í mars í fjør endaðu tríggir menn í gálganum. Teir vóru dømdir til deyða fyri dráp.
Fleiri lond í Evropa og altjóða mannarættindafelagsskapir finnast at Japan og krevja, at landið setir deyðarevsingina úr gildi. Men meiningakanningar vísa, at ein meiriluti av japanska fólkinum er fyri at varðveita deyðarevsing.
Sambært Kyodo eru 134 deyðadømdir fangar í japonskum fongslum.