Tríggir fótbóltsleikarar av landinum

Levi Hanssen úr B36, Einar Hansen úr NSÍ og Christian Mouritsen úr HB fara í næstum uttanlands at royna fótbóltseydnuna

Fótbóltur

Tað er einki dulsmál, at avrikini hjá yngru landsliðum okkara hava vakt stóran ans fyri føroyskum fótbóltsleikarum uttanlands. Ikki minst skapti framúr avrikið í U-17 kappingini í Finnlandi stóran áhuga fyri føroyskum leikarum, og ítøkilig úrslit hava eisini spurst burturúr hesum. Eitt nú tá Johan Troest Davidsen herfyri gjørdi sáttmála við Everton.
Men hann er ikki einasti leikarin, sum áhugi er fyri. Mánadagin fara Levi Hanssen úr B36 og Einar Hansen úr NSÍ til hollendska Herenveen at royndarvenja. Hetta felag er eitt av teimum so vælkendu »talentdeplunum« í Hollandi, har ungir evnaríkir leikarar ferð eftir ferð hava ment seg til stórleikarar. Ikki minst hevur hetta felagið verið miðdepil fyri norðurlendskar leikarar.
Somuleiðis fer ungi HB-leikarin, Christian Mouritsen, uttanlands í næstum Hann skal til enska Manchester City, eftir at hann áður hevur verið í Everton.
Tað er Jákup í Stórustovu, sum umboðar føroysku leikararnar, og hann ásannar, at áhugin fyri føroyskum leikarum hevur verið vaksandi seinastu tíðina.
- Tað eru at kalla altíð fyrispurningar, tá yngru landsliðini spæla, men at útlendskur áhugi er fyri einum 5-6 leikarum frá einum árgangi, er heilt óvanligt, heldur hann.
- Eg rokni eisini við, at hetta er úrslit av tí arbeiði, sum nú í longri tíð er gjørt í bæði feløgunum og FSF. Og tað er at gleðast um í hesum sambandi, at Fótbóltssambandið nú hevur tikið stig til, at talentmenningin skal verða enn betri samskipað. Mín vón er í øllum førum, at hetta kann eggja feløgunum at leggja enn meira fyri í so máta, og eg ivist ikki í, at hetta fer at koma feløgunum til góðar, um so er. Bæði tí tey koma at fáa betri leikarar til besta liðið, og eisini tí tey kunnu fáa betri møguleika at skapa sær inntøkur við møguligari sølu av leikarum, staðfestir hann.