Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.
Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her, at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.
Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.
Føroya løgting samtykti í fjør, at 27. januar eisini í Føroyum skal vera altjóða minningardagur fyri Holocaust, jødatýningina. Hetta var dagurin, tá ið russiski herurin náddi størstu týningarleguna hjá Nazitýsklandi, Auschwitz-Birkenau í Póllandi, í 1945 og setti teir fangarnar, ið vóru eftir har, leysar.
Tilfarið, sum Nám hevur gjørt, er at nýta í undirvísingarhøpi í skúlunum, men tað er eisini áhugavert hjá øðrum at síggja.
Filmarnir síggjast her.