13 føroyskir taekwondo-íðkarar hava um vikuskiftið luttikið í kapping um danska meistaraheitið, sum var í danska býnum Solrød, og tað gekst bara heilt væl hjá teimum ungu føroyingunum. Føroyar fingu tríggjar danmarksmeistarar.
Jógvan á Lakjuni, sum er 11 ára gamal, vann aldursbólkin 8-11 ár, undir 30 kilo. Hann er fyrsti danmarksmeistarin hjá føroyska taekwondo-felagnum, Hwarang Føroyar.
Hinir báðir føroyingarnir, sum gjørdust danmarksmeistarar, vóru Elinborg K. Dávadóttir í aldursbólkinum 8-11 ár, undir 47 kilo, og Signar Hansen í aldursbólkinum 12-14 ár, undir 61 kilo.
Umframt hetta, so varð Høgni K. Dávason kosin ársins venjari av danska taekwondo-sambandinum. Har vóru upp ímóti 40 venjarar í uppskoti.
Høgni K. Dávason vann eisini silvur hjá kadettunum undir 58 kilo, meðan Dávid á Lakjuni vann silvur hjá teimum vaksnu undir 58 kilo.