Tríggir føroyingar við í stórsigri

Tá ið FC Amager í dag spældi fyrsta venjingardystin í hesum árinum, vóru fleiri føroyingar og fyrrverandi spælarar í føroysku kappingini á liðnum hjá Toda Jónsson.

FC Amager spældi ímóti Allerød, sum stríðist fyri at flyta upp úr Danmarksseriuni, og tað hilnaðist væl hjá felagnum við so nógvum føroyingum. FC Amager vann 5-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-0.

Fyrrverandi B36 spælarin, Sylla, sum í 1. hálvleiki var annar av álopsspælarunum, økti við brotssparki til 3-0.

Eftir steðgin vórðu tríggir føroyskir spælarar skiftir inn á liðið hjá FCA: Hans Jørgensen, Erling Jacobsen, sum hevur verið plágaður av skaða í lærinum, og Páll Klettskarð.

Tá ið 2. hálvleikur ikki var meiri enn tveir minuttir gamal, kom Hans Jørgensen rættuliga í brennidepilin. Eftir at hann hevði hálvbjargað skotroynd úti frá, tveitti hann seg fyri føturnar á mótstøðumanni, sum var fyrstur á returbóltinum. Hans fekk snudd í andlitið, men hóast bløddi eitt sindur bæði úr nøsini og munninum, og tað var neyðugt at viðgera hann, so fór hann ikki av vøllinum, men spældi øll trý tey seinnu korterini.

Í sambandi við óhepna tilburðin minkaði Allerød um munin til 3-1, men FC Amager svaraði tvær ferðir aftur. Aðru ferðina eftir at Páll Klettskarð hevði verið við í uppspælinum.