Tríggir føroyingar siga frá ósøgdum søgum

Dánial Hansen, Óli Rubeksen og Súsanna Andreassen eru í heita stólinum í nýggjum stuttfilmi um Føroyar

Talið av dokumentarsendingum um Føroyar veksur í stórum stíli. Nú er enn ein nýggjur stuttur dokumentarfilmur tøkur, sum er gjørdur av einum fýri, sum á YouTube kallar seg Gregslens. Filmurin eitur Untold Stories - ella á føroyskum: Ósagdar søgur.

Í filminum hitta vit tríggjar ymiskar føroyingar, sum fortelja um seg sjálvi og um føroysk viðurskifti - Dánial Hansen, Óla Rubeksen og Súsonnu Andreassen. Tey fáa øll trý høvi at greiða frá sínum meiningum um ymiskt, og millum annað kann nevnast, at sjólívið, ferðavinnan og grindadráp eru á breddanum. Tey eru øll trý samd um, at Føroyar eru eitt trygt stað at vera, og í hesum sambandi vísa tey á nøkur dømi um hví.

##med2##