Í morgun byrjaði EM í bogaskjóting í Legnica í Póllandi. Tríggir føroyskir skjúttar eru við í kappingini, Jóannes Poulsen og Nikkil Petersen, úr Ørvi í Runavík, og Jógvan Niclasen úr Tambar í Havn. Teir kappast móti 87 øðrum skjúttum úr 33 ymiskum londum.
Júst nú hava teir skotið 36 pílar í innleiðandi umfarinum. Nikkel Petersen liggur nummar 62 við 337 stigum, um Jóannes Poulsen er nummar 64 við 336 stigum og Jógvan Niclasen er nummar 72 við 334 stigum. Á odda liggur Domagoj Buden úr Kroatia við 355 stigum.
Í liðkappingini liggja Føroyar nummar 24 av teimum 27 luttakandi londunum, sum eru við í liðkappingini. Føroyar hava fingið 1007 stig aftan á fyrstu 108 pílarnar. Fremst liggur Kroatia við 1053 stigum, eitt stig framman fyri Italia á øðrum plássi.