Tríggir føroyingar danskir meistarar

Fyrst vann Torstein Brattaberg úr Vestmanna Róðrarfelag gull hjá teimum 15 ára gomlu, tá hann róði 2000 metrar við tíðini 6:35.5 minuttir, og løtu seinni gjørdi Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvágs Róðrarfelag honum kynstrið eftir við tíðini 6:13.8 á sama teini hjá 18 ára gomlum.

 

Eisini kvinnurnar eru við millum tey fremstu, tí Anna Mary Davidsen úr Havnar Róðrarfelag hevur vunnið gull á 2000 metra teininum hjá kvinnujm 19-22 ár, har tíðin hjá henni var 6:58.9 minuttir.

 

Umframt hesi, gjørdist Bergur Robert Dam Jensen nummar seks hjá monnum í lættvekt, og Vermund Vestergaard, Finnur Johannesen og Kári Brattaberg úr Vestmanna Róðrarfelag endaðu á sjeynda til níggjunda plássi í opna bólkinum hjá monnum.

 

Stóra DM-kappingin var í Gladsaxe Sportshal, har Bagsværd Roklub og Concept 2 Danmark vóru vertir og fyrireikarar.