Flestu av europeisku londunum spæla í kvøld venjingardystir sum fyrireiking til nýggju EM-undankappingina. Tríggir EM-dystir verða tó á skránni, og ein av teimum er dysturin millum Føroyar og Georgia.
Í Estlandi fara Estland og Makedonia at spæla fyrsta dystin í bólki E, og í Kazakhstan fer at vitja í Belgia í fyrsta dystinum í bólki A. Tann 2. september, tá ið Føroyar spæla á útivølli ímóti Skotlandi, byrjar undankappingin av álvara, og tað verður spælt í øllum bólkunum.