Tríggir dystir í Vodafonedeildini í dag

Mest áhugaverdi dysturin er á Sandoynni, har FC Suðuroy vitjar hjá B71. Bæði liðini stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Fýra stig skilja liðini í løtuni, og vinna sandoyingar, so eru teir meira ella minna slopnir.

 

Víkingur skal royna at varðveita sambandið við ovastu liðini. Tað hendir bara, um teir vinna á B68 á Toftum í dag.

 

B36 og ÍF spæla í Havn.

 

Dystirnir byrja klokkan 15.00:

 

B36 - ÍF

B71 - FC Suðuroy

B68 - Víkingur