Tríggir dystir í FA Cup í dag

Íslendingurin Eiður Smári Guðjohnsen skifti í januar til Tottenham frá franska Monaco. Eiður er ein gamal kenningur í enskum fótbólti. Hann er mest kendur fyri árini hann spældi í Chelsea, men hann byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsspælarari í Onglandi í júst Bolton. Í morgin fær hann so møguleikan at vitja liðið, har hann frá 1998 til 2000 skoraði 26 mál í 73 dystum.

 

Fulham fær vitjan av umstrídda League Two liðnum Notts County. Notts County bleiv í vikuni keypt fyri triðju ferð uppá eitt ár. Sven-Goran Eriksson takkaði samstundis fyri seg sum ?Director of football? í felagnum. Seinasti dysturin er í London millum Crystal Palace, sum spælir í næstbestu deildini og Aston Villa.

 

Úrslitini í gjár lagaðu seg soleiðis at Chelsea, Birmingham, Portsmouth komu víðari. Manchester City og Stoke spældu 1-1, meðan Reading og WBA spældu 2-2, so hesi skulu spæla umdyst fyri at avgera hvør kemur víðari.