Tríggir dystir í dag

EM 2016: Vit viðmæla trý veddimál og vit tippa allar tríggjar dystirnar til EM í dag

Meðan tað í gjár vóru spældir tveir dystir undir EM-endaspælinum, vera tað í dag aftur tríggir dystir spældir. Talan er um sætta dagin av EM-endaspælinum sum í dag verður spældur.

 

Russland-Slovakia

Klokkan 14:00 byrjar fyrsti dysturin, sum er millum Russland og Slovakia. Hóast Russland var við undirlutan í spælinum móti Onglandi í fyrsta dystinum, eydnaðist tað russum at fáa tað eina stigið við sær í dystinum, sum kann vísa seg at gerast ótrúliga týdningarmikið seinni í kappingini. Slovakia hinvegin, tapti sín fyrsta dyst, tá teir leygardagin máttu lúta fyri Wales.

 

Á russiska liðnum manglar ein leikari til dagsins dyst. Miðvallarin Igor Denisov er skaddur, og er tískil ikki tøkur til dystin. Hjá Slovakia eru allir mans tøkir.

 

Vit viðmæla at spæla: Í seks teimum seinastu uppgerðunum millum Russland og Slovakia eru komin undir 2,5 mál. Góð útlit eru tí fyri at tað koma undir 2,5 mál í dystinum, sum gevur 1,60 aftur hjá fleiri veddingarfyritøkum.

 

Vit tippa: At dysturin millum Russland og Slovakia endar við 1-1 javnleiki.

 

 

Rumenia - Sveis

Klokkan 17:00 verður annar dysturin í dag spældur. Tann dysturin er millum Rumenia og Sveis, sum eisini koma við ymiskum útgangsstøðum til dystin.

 

Sveis vann leygardagin sín dyst móti Albania, meðan Rumenia fríggjakvøldið tapti tepurt móti Fraklandi.

 

Hjá báðum liðunum eru allir mans tøkir. Eingir skaðar og eingi leikbann gera seg galdandi.

 

Vit viðmæla at spæla: Í dystinum móti Albania leygardagin sá út til at Sveis hevði gott tamarhald á tí defensiva partinum. Tað hevur Rumenia eisini, men Rumenia er ikki líka vandamikið frameftir sum Sveis er. Vit viðmæla tí at bæði liðini IKKI skora, og at bara annað liðið skorar, sum gevur 1,72 ferðir pengarnar aftur.

 

Vit tippa: At Sveis vinnur dystin 1-0 móti Rumenia.

 

 

Frakland - Albania 

Í seinasta dystinum, sum verður spældur klokkan 20:00 spælir vertstjóðin Frakland móti Albania. Í tí dystinum er Frakland greiður favorittur. Teir vunnu fyrsta dystin móti Rumenia, umframt at Albania má vera liðskiparan og lyklaleikaran, Lorik Cana fyri uttan.

 

Á franska liðnum eru allir mans tøkir. Og tá teir ikki av álvara fingu gongd á sjampanju fótbóltin seinasta dyst, orsakað av nógvum trýsti til vertstjóðina, er hugsandi at fraklendingar fáa betri glið á spælið í kvøld.

 

Vit viðmæla at spæla: At Frakland vinnur meira sannførandi enn teir gjørdu seinasta dyst, men at teir ikki koma at vinna stórt móti Albania. At tippa beint á ein 2-0 sigur til Frakland til odds 6 er vert eina roynd.

 

Vit tippa: Tí tippa vit eisini at Frakland vinnur dystin 2-0.