Tríggir duttu oman

Trý fólk doyðu, tá tey duttu oman í teimum italsku Alpunum í gjár. Talan var um tríggjar einstakar vanlukkur. Tann 32 ára gamli fransmaðurin Gerard Durand doyði, tá hann datt oman á tí kenda fjallinum Matterhorn. Hann var komin 4.200 metrar niðan, tá hann datt oman italsku megin fjallið.

Um somu tíð datt ein maður oman, tá hann royndi at sleppa niðan á Aiguille Noire, sum er ein tindur á Mont Blanc.

Tann triði tilburðurin var á italska fjallinum Pasubio, har ein 75 ára gamal maður datt oman og doyði.