Eitt nevningating dømdi í dag tríggjar menn sekar í at hava havt ætlanir um yvirgang í Danmark Ákæruvaldið hevði kravt fýra menn dømdar, men eitt nevningating hjá Eystara landsrætti fríkendi ein av teimum ákærdu.
Revsingin er ikki ásett enn. Ákæruvaldið hevur kravt fongsulsrevsingar millum 10 og 14 ár, og ein av teimum dømdu kann verða vístur av landinum, tí hann er útlendskur ríkisborgari.
Teir fýra menninir, sum høvdu samband við innflytarabýarpartin Vollsmose í Odense, vóru ákærdir fyri at hava lagt ætlanir um fleiri atsóknir við spreingievnum.