13 føroyingar – 10 boksarar og tríggir venjarar – hava um vikuskiftið luttikið í sokallaðari breiddarstevnu í danska býnum, Helsinge, og Martin Meng, høvuðsvenjari, letur væl at úrslitunum á túrinum.
Føroyingarnir boksaðu diplomdystir, har tey verða mett eftir teknikki og skulu røkka ávísum stigatali fyri at fáa útflýggjað eitt diplom. Tríggir føroyskir boksarar fingu diplom. Teir vóru Andreas Dam Poulsen (28 stig), Jonathan Hayfield (28 stig) og Tróndur Djurhuus Kjærbæk (33 stig).
Tey 33 stigini hjá Tróndi Djurhuus Kjærbæk var næsthægsta stigatalið, ið varð givið í kappingini, og venjarin, Martin Meng, sigur, at úrslitið bara prógvar, at hann er tilreiðar at boksa ein veruligan amatørdyst.
Umframt hesi prógvini, so fekk Barbara Dahl-Jacobsen eisini eitt steyp fyri at vera besti kvinnuligi boksarin í kappingini, har føroyska liðið var tað best mannaða við 10 út av teimum 54 boksarunum í kappingini.
Venjarin hjá føroyska liðnum, Martin Meng, sigur, at tey nú hava gjørt seg galdandi í danskari boksing.
- Eg kann sum venjari bara vera ógvuliga væl nøgdur. Vit avrikaðu væl og fingu einans rósandi orð. Næstu dagarnar samráðast vit um venjingarlegur við trý boksifeløg í Danmark, har tað eina felagið møguliga vitjar okkum longu í novembur, sigur Martin.
- Næstu kapping, sum er 15. desember í Nykøbing á Sælandi, dúva vit upp á at fáa veruligar dystir til 5-6 boksarar og so 2-3 diplomdystir. Fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd, sigur hann og leggur at enda afturat:
- Heldur tað fram soleiðis, so eru vit væl fyri til byrjunarmeistaraheitið í apríl 2019, har málið er at vinna heiðursmerkir.