Tríggir bilførarar tiknir við kenning

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt

Tað var nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt.

 

Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at vera til staðar í býarlívinum, og vakthavandi sigur, at tað hendi seg, at lagt varð upp ímillum, har fólk vóru komin til ilnar, og soleiðis varð forðað fyri at tað kom til bardaga ella harðskap.

 

Hinvegin hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í nátt. Og úrslitið av tí er, at tríggir bilførarar vorðu tiknir fyri at koyra við kenning, tveir í Havn og ein í Klaksvík.

 

Løgreglan sigur, at tað sermerkta við teimum, sum vórðu tiknir í Havn, var, at í báðum førum var talan um ungar, kvinnuligar bilførarar. Og tað er sjáldan at tað hendir - og so slett ikki tveir um at kalla somu tíð.

 

Í nátt var ein av teimum sermerktu náttunum, har tað var loyvt hjá skeinkistøðum at hava opið, og har tað var loyvt at spæla tónleik - men tað var ikki loyvt at hava hart frá, og tað var ikki loyvt dansa.