Í gjár var løgreglan í norðurøkinum við ferðmátaranum, og eisini hesa ferð vórðu bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Hesa ferð var løgreglan við Norðoyatunnilin, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir.
Umframt at fáa bót, fáa tveir av teimum eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra 108 og 109 kilometrar um tíman, har ferðmarkið annars er 80. Tann eini bilførarin koyrdi beint undir 100 og hann sleppur við eini bót.
Annars hevur løgreglan eisini skuldsett ein mann fyri harðskap. Tað var mitt í gjár, at tveir mans komu til ilnar, og tað endaði við, at annar varð sligin í andlitið. Maðurin, sum sló, er skuldsettur fyri harðskap.











